Tórshavnar býráð hevur leingi vigað ímillum, um dagstovnurin Birkilund við Hoyvíksvegin í Havn skuldi takast niður ella umvælast, og nú er avgerðin tikin.
Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs hevur einmælt samtykt at taka húsið niður.
Tórshavnar kommuna yvirtók dagstovnin frá einum sjálvsognarstovni, og nú hann varð gjølla kannaður eftir trupulleikar við eitt nú inniluftini, vísir tað seg, at ein høvuðsumvæling verður mett til 22 milliónir krónur, meðan nýbygging verður mett at fara upp um 30 milliónir krónur.
Henda meting er eisini gjørd út frá royndunum, tá ið Dagstovnurin í Hoyvík var soppafongdur og síðan umvældur. Kostnaðarmetingar eru torførar at gera. Haraftrat gevur nýbygging møguleikan fyri at innrætta stovnin eftir dagsins krøvum.
Stovnurin er stórur, men talið av børnum, sum skulu í annan stovn, verður ikki so stórt, tí ein partur fer í skúla í summar, og nýggj børn verða ikki tikin inn til henda stovnin í summar.