Tað kom okkum í bindiklubbanum dátt við at vakna tíðliga á morgni, har telefonin ringdi og sagt varð at Birita var ikki ímillum okkum meira. Tað var næstan ikki til at skilja, sjálvt um vit vistu, at hon var sjúk og hevði verið tað í nøkur ár.
Vit høvdu bindiklubba kvøldið fyri. Birita ringdi og segði okkum frá, at hon var innløgd á sjúkrahúsið – hon bað okkum bara samlast, tí hon roknaði við at vera har eina viku aftrat. Hon segði við okkum, at nú ynskti hon bara at fáa góða hjálp, áðrenn hon kom heim aftur til Fuglafirðar. Seinni sama kvøldið ringdi hon aftur til okkara, og vit hoyrdu, at hon nú var viknað á málinum. Men at hon bara fáar tímar aftan á samtaluna við okkum skuldi fara foldum frá, varnaðust vit ikki – hetta bleiv ein sannur kvøkkur fyri okkum, og saknurin er so ómetaliga stórur.
Góða Birita. Tú vart altíð so glað fyri at koma saman við okkum. Hóast tú vart sjúk, vart tú altíð við – vit aðrar plagdu at taka til, at tá tú ikki komst, bleiv næstan tøgn av okkum, tí tú vart so áhugaverd at lurta eftir. Tú dugdi so væl við tínari róligu rødd at siga frá tí, sum tú hevði upplivað um dagarnar. Ja, tað vóru nógvar stuttligar løtur, vit høvdu saman í bindiklubbanum – ikki at gloyma túrin í Keypmannahavn fyri bara tveimum árum síðani.
Tað sum altíð lá fremst í tí, sum tú segði frá, var um eygnasteinin – ommusonin Tóra, sum tú náddi at vera saman við í fimm ár.
Abbi lítla Tóra, Kári av Reyni, sáli, syngur so væl hendan sangin:
1. Eg livið og veit, at sál mín er grødd
At dómur ei á meg skal falla
Eg livið og bíðið tí kallandi rødd
Sum fremmandur fuglur er sál mín her stødd
Til Faðirin barn sítt vil kalla
2. Eg doyggið og veit, tað vinningur er
At hvildin hin sæla er funnin
At enda er lívsins hin troyttandi ferð
At seinasta royndin er útstaðin her
Og ævigi sigurin vunnin
3. Eg farið og veit, hvar ferðin meg ber:
Til Faðirins æviga ríkið
Til heimið sum Jesus til reiðar mær ger
Til landið, har aldri við sorg sum her
Frá vinunum burtur er víki
4. Eg livið og veit, at doyggi eg skal
Til lívið eg upp aftur standa
Eg farið til vinin, eg kenni so væl
Hví er ei mín sál meiri frí og sæl
Hvønn dag enn á fold eg skal anda
Sorgin og saknurin hjá tykkum góðu Svein, Oddur og Tóri, sum mistu eina kæra konu, mammu og ommu í besta blóma, geva nógvar tungar løtur. Harrin styrkið tykkum í sakninum.
Við hesum fátøku orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara góðu vinkonu – hvíl í friði og takk fyri alt, góða Birita.
------
Rosit, Jonny, Malan og Ebba