- Styrkin hjá okkum hevur verið breiddin. Hóast vit mistu einar sjey spælarar eftir seinasta kappingarár og tú væl kanst kalla okkum eitt nýtt lið, so eru tað framvegis nógvar at taka av og tað hevur kenst okkum trygt. Nógv hava nógv tosað um at Stjørnan hevur mist nógvar leikarar. Tað er rætt, men um vit hyggja at teirra liði nú, so eru tað bara royndir leikarar. Eitt lið skiftir leikarar hvørt ár, tað slepst ikki undan, men vit hava aftur í ár havt ein breiðan hóp, viljan at vinna og samanhaldið hevur verið sera gott, sigur Birita, sum metir, at hørðu venjingarnar hava kastað eitt gott úrslit av sær.
- Vit hava orkað væl og orkaðu at koyra á heilt til síðsta bríksl.
Hon heldur, at serliga verjan hevur verið styrkin saman við Barbaru Brauer í álopinum. Hon vísir tó á, at Barbara Brauer ikki kann avrika fullvæl hvønn einasta dyst, og at tað tá hevur verið breiddin, ið er traðkað til og aðrir leikarar hava tikið ábyrgd.
Tað vísir seg ofta, at liðið, sum í kappingini hevur verið yvirlegið, hevur trupult við at fyrireika seg til finalurnar og mist. Hetta sást dømi um í mansfinaluni, har annars suverena KÍF bara fekk silvur.
- Tað er eins og liðini hava roknað út hvussu tey skulu spæla ímóti KÍF, og at KÍF ikki hevur havt nakað svar. Vit hava verið líka suverenar sum teir, men liðini hava harafturímóti ikki roknað okkum út og vit hava kunnað koyrt sama spælið allan vegin, sigur Birita Wardum og eisini sendir fleiri rósur til Jóhonnu Andreassen, sum hon metir sum ein góðan sálarligan coach og hevur fingið allar á liðnum at hugsa eins.










