Birita Wardum er nú sett sum nýggjur býararkitektur í Havn. Birita er 34 ára gomul, útbúgvin arkitektur í Århuus í 2008. Eina tíð var hon fríyrkisfólk og arbeiddi fyri Tórshavnar kommunu, men síðan 2009 verið á byggideildini hjá Landsverk.
Birita hevur arbeitt á eindini fyri byggirák hjá Landsverki, sum m.a. greinar og raðfestir krøv til verkætlanir í landshøpi við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðskustøði.
Hon er fødd og uppvaksin í Tórshavnar kommunu og er væl kunnug við tørvin í kommununi. Birita Wardum tekur við starvinum tann 1. apríl.
|










