Tað er greitt, nú aðalfundur hevur verið í bankanum. Tað var nýggi stóreigarin í bankanum, Gullak Madsen, sum skjeyt upp at velja Anfinn Vitalis Hansen, advokat, og og Árna Rasmussen, fyrrverandi stjóra í íløgufelagnum Tjaldur í nevndina.
Nýggja nevndin skipar seg á fundi í løtuni.
Hini í nevndini, Marjun Eystberg, Kristian Reinert Davidsen, Birgir Durhuus og Tom Ahrenst vórðu afturvald í nevndina.
Gullak Madsen, sum eigur tvey feløg, sum eiga 10 prosent av partabrøvunum í bankanum, kann nú atkvøða við 20 prosentum, og er harvið nógv tann sterkasti partaeigarin.
Landsstýrið eigur 35 prosent av bankanum. Men av tí at viðtøkurnar fyri banka siga, at eingin partaeigari kann atkvøða við fleiri enn 10 prosentum av atkvøðunum, so hevur landsstýrið bara 10 prosent av atkvøðunum – hóast ognarparturin er 35 prosent.











