Bæði Birita Debes og Bartal Hestoy hava svomið í HM kappingini í Barcelona í morgun.
Birita Debes svam í morgun 50 metra rygg svimjing. Hon kom á mál við tíðini 30.57 sekund. Birita hevur sjálv føroyska metið á teininum, sum er 30.12, sum hon setti í Danish Open kappingini í mars mánaði. Tíðin í dag er tann fjórbesta tíðinin á 50 metra rygg teininum, skrivar svimjing.com.
Eisini Bartal Hestoy hevur svomið í morgun. Hann kom á mál við tíðini 2:09.46 í 200 metra blanda. Tað er persónligt met hjá honum. Føroyska metið í 200 metra blanda eigur Magnus Jákupsson við tíðini 2:06,92.
Pál Joensen svimur finaluna í 800 metrum frí í kvøld. Finalan er skrásett at byrja klokkan 18.29 føroyska tíð.