Birita Mohr f. 22. september 1989 ? d. 6. mai 2000

Tað var ein keðiligur dagur tá vit frættu at Birita, okkara góða vinkona, var deyð, tað hugsaðu vit ikki um, tá hon fór úr skúlanum sjúk.

Tað er so ringt at skriva um okkara góðu vinkonu Biritu, vit minnast nógvar góðar túrar vit hava verið saman við tær og tær nógvu løturnar tá vit hava sovið saman og svomi í deyvahyli, ikki at gloyma teir dagarnar, vit hava sovið í telti saman við tær og tá vit vóru í Vík og Skúgvi og suðri, Selatræ og Hvalvík.

Í dag hevði tað verið ein serligur dagur, tí tú hevði haft tín 11 ára føðingardag í dag. Saknurin er stórur, minnini goyma vit í hjørtunum, og tú verður ongantíð gloymd.

Góðu Leivur, Anna Rúna, Durita, Rani, Hildigarð, Sigrið, ommir og abbar, tit hava mist tykkara elskaðu Biritu. Jesus pápi hjálpi okkum í hesi sváru tíð.

Við hesum fáu orðum, vilja vit lýsa frið yvir minnið um vinkonu okkara Biritu.


Turið og Sóley