Birita er ikki við í finaluni

Birita Wardum hevur fingið leikbann í tríggjar dystir. Fyrsta av hesum skal hon sita yvir í steypafinaluni

 

Tað hevur verið ivamál um finaluluttøkuna hjá Biritu Wardum hjá Neistanum. Ikki bara hevur hon saman við liðfeløgunum hildið ondini seinasta samdøgurðið, meðan Aganevndin hevur viðgjørt málið um Neistamálverjan.

 

Hon hevur eisini bíðað eftir niðurstøðuni um, hvat leikbann hon skuldi hava, eftir at hon fekk reytt kort í landskappingardystinum móti Kyndli sunnudagin. Eitt er, at reytt kort gevur leikbann. Annað er, at kappingarreglurnar innihalda tvær ásetingar, sum siga púrasta hvør sítt, tá talan er um, hvussu leikbann skal sitast av.

 

Lesið eisini: Tvítýddar reglur fyri leikbann

 

Nú er tann dómurin fallin, og úrslitið er, at talan verður um leikbann í tríggjar dystir. Og fyrsti av hesum verður steypafinalan móti Kyndli leygardagin.

 

- Vit hava í kvøld fingið boð um hetta. Aganevndin ásannar í síni viðgerð, at reglurnar eru tvítýddar, men hetta hevur nevndin sum so ikki tikið støðu til. Ístaðin verður víst til fordømi, har Ári Dam sat leikbann í landskapping yvir í steypakapping, og tað hava tey grundað sín úrskurð á, sigur Kjartan Thomassen, formaður í Neistanum.