Birita eisini sett føroyskt met

Í morgun setti Birita Debes føroyskt met í 50 metra rygg svimjing í Debrecen. Hon átti sjálv metið frammanundan.

 

Hon svam teinin upp á 30.60 sekund. Metið var 30.68 sekund. Hóast talan er um føroyskt met, so rakk tað ikki til eitt finalu pláss. Birita Debes bleic samanlagt nummar 36. Fyrst á mál var Aleksandra Urbanczyke við tíðini 28.44 sekund, skrivar svimjing.com.

 

Í gjár setti Hein L. Olsen nytt føroyskt met í 100 metra frí svimjingini.