Birita Baldvinsdóttir Iversen í býráðnum

Á býráðsfundinum í Havn í kvøld tók Birita Baldvinsdóttir Iversen sæti í býráðnum fyri Javnaðarflokkin.

Birita Baldvinsdóttir Iversen sæst her saman við Bjørg Dam, sum eisini er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn

Orsøkin var, at Súna Mørk, býráðslimur, hevði biðið um farloyvi, tí henni bart frá at møta á fundi.

Birita Baldvinsdóttir Iversen er nummar 7 á listanum hjá Javnaðarflokkinum, sum fekk seks umboð vald á býráðsvalinum í fjør. Hon fekk 165 atvøður.

Atkvøðubýtið á listanum hjá Javnaðarflokkinum var hetta:

1. Heðin Mortensen, 2284 atkvøður

2. Tróndur Sigurðsson, 882 atkvøður

3. Kristianna Winther Poulsen, 440 atkvøður

4. Kári Johansen, 268 atkvøður

5. Súna Mørk, 258 atkvøður

6. Bjørg Dam, 202 atkvøður

7. Birita Baldvinsdóttir Iversen, 165 atkvøður

8. Helena Dam á Neystabø, 165 atkvøður

9. Høgni Joensen, 164 atkvøður

 

Birita Baldvinsdóttir Iversen sæst her saman við Bjørg Dam, sum eisini er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn