Sjónleikarin og vísusangarin Birgitte Grimstad, ið er ættað úr Noregi og Danmark, er í løtuni á vitjan í Grønlandi. Í farnu viku sang hon norðurlendskar og enskar vísur fyri einum fullsettum sali í Katuaq - grønlendska mentanarhúsinum í høvuðsstaðnum Nuuk.
Ferðin hjá Birgitte Grimstad byrjaði í Eysturgrønlandi við vísukonsert, sjónleiki og skúlakonsert fyri í alt 500 áhoyrarum, og endaði við tveimum konsertum í Qaqortoq í Suðurgrønlandi. Bæði í Nuuk og í Qaqortoq framførir Birgitte Grimstad saman við grønlendskum tónleikarum. Á ferðini hevur skeið verið hildið í ræddarvenjing fyri sjónleikarum og tíðindafólki, og skeið í ljóssetan við Kurt Hermansen, sum eisini hevur verið ljóðsetari á sjónleikaframførsluni. Norðurlandahúsið í Føroyum stendur næst á skránni fyri hesi vitjan. Tað er grønlendska mentanarhúsið Katuaq, ið skipar fyri ferðini. Norskir, norðurlendskir og grønlendskir felagsskapir stuðla ferðini.
Seinasta mánadag var sjónleikaframførslan "Missa Mama" á skránni í Katuaq í sambandi við, at gjørt varð vart við altjóða kvinnudagin. Ikki færri enn 150 fólk tóku lut í tiltakinum.










