Birgitte Brodersen í Smiðjuni

Hósdagin 12. februar letur framsýningin ”Fantasikunst” hjá Birgitte Brodersen upp í Smiðjuni Lítluvík.

Birgitte Brodersen er donsk. Hon er fødd í 1950 og útbúgvin dekoratørur í 1969. Sum listafólk er Birgitte sjálvlærd. Hon hevur altíð havt áhuga fyri sniðum og litum, og hevur arbeitt við pappíri, leðri, steini, jarni og ymiskum tilfari, blómum, voksi og gjørt smúkkur.


Íblásturin fær hon t.d. frá vanligum lutum í gerandisdegnum so sum náttúrini, og tí sum hon hoyrir og sær í sjónvarpi og radio. So at siga alt kann geva íblástur, sigur hon. Tilfarið er líka so ymsikt sum hugflogið kann gera tað til. Henni dámar væl at eksperimentera, og hon brúkar so at siga allar lutir í sínum listaliga arbeiði.


Birgitte er búsitandi í Måløv, og millum ár og dag hevur hon havt nógvar framsýningar í Danmark og eisini í Føroyum.


Fernisering verður hósdagin frá kl. 17 til 19. Framsýningin verður opin frá hósdegnum 12. til og við mikudagin 18. februar. Allar dagar frá kl. 15. til 19. Annars eftir avtalu á tel. 223312.