Birgit Guttesen gjørdist saman við Rúna Weihe bæði ársins spælari og ársins álopsspælari á gallaveitsluni í Trongisvági leygarkvøldið. Tey bæði vunnu júst somu heiðrar fyri tveimum árum síðani, men tá spældi Birgit við SÍ. Nú hevur hon síðstu tvey árini spælt við Mjølnir.
– Vit eru nokk meira samanspældar enn vit vóru í fjør, og liðið hevur riggað væl í vetur. Hetta hevur eisini verið eitt gott ár hjá Mjølnir, tí vit hava vunnið allar kappingarnar, vit hava verið við í. Fyrst vunnu vit bæði Fleyr- og Mjølnir-kappingina, síðani steypafinaluna og nú at enda eisini føroyameistaraheitið. So hetta hevur verið eitt flott kappingarár hjá okkum, sigur Birgit.
– Eg hevði slett ikki væntað, at eg skuldi vinna hetta í kvøld, sjálvt um eg sjálv kanska havi tikið meg nógv fram í vetur, samanborið við síðsta vetur. Kanska er tað tað, at eg slái ígjøgnum og eri góð, tá tað stendur á, sum ger, at hini hava peikað á meg. At fáa heiðurin, gevur eina øgiliga góða kenslu, tí hetta er líkasum tað hægsta, tú kanst røkka í føroyskum flogbólti.
Hvussu verður við flogbóltsframtíðini, sigur Birgit Guttesen, at hon ikki reiðiliga kann svara uppá her og nú, tí tað kann vera, at hon flytur uttanlands. Men ger hon ikki tað, væntar hon, at hon fer at halda fram í Mjølni.