Frederiksberg Volley, við føroysku landsliðsspælarunum Birgit Guttesen og Sofíu Purkhús á liðnum, skal í kvøld spæla aðru hálvfinaluna móti Brøndby í landskappingini.
Brøndby vann fyrstu hálvfinaluna 3-2, eftir ein javnan og spennandi dyst. Føroysku spælararnir fingu nógva spæltíð, men mistu á stokkinum í avgerandi settinum.
- Vit spældu ein okey dyst, so vit eru ikki heilt ónøgdar, sigur Sofía Purkhús, sum varð kosin til dagsins spælara eftir fyrstu hálvfinaluna.
Tað verður spælt best av fimm í DM hálvfinaluni.