Frederiksberg Volley hevur boðað frá, at felagið trekkir besta liðið úr bestu kvinnudeildini til komandi ár. Tað eru ikki pengar til at reka eitt lið í oddinum í donskum flogbólti, og spælaraumstøðurnar gera, at felagið ikki klárar at seta spælarar við um so er, at felagið ikki hevur eitt kappingarført lið.
- Vit høvdu spælarafund í gjár, og tað bleiv nokkso greitt at onkrar av teimum eldru ætla at gevast. Fleiri av restini ætlaðu so bara at vera verandi, um vit heilt reelt høvdu møguleika at koma at spæla um gullið næsta kappingarár, sigur Sofía Purkús
Birgit og Sofía eru sostatt heimleysir flogbóltsspælarar í løtuni.