- Bülowshallen, Frederiksberg
Tað er høgt til loftið og tað er langt til veggin í Bülowshallen í Frederiksberg. Tað eru máltalvur í báðum endum. Speakari er í høllini og spælararnir verða presenteraðir. Dysturin verður stroymaður beinleiðis á heimasíðuni hjá Frederiksberg.
Dystarblað verður givið út til áskoðararnar. Umframt kaffi og kakur, so ber eisini til at keypa árskort til dystirnar hjá felagnum. Á mótstøðuliðnum er útlendskir spælarar, sum eru keypir til Danmarkar at styrkja munandi um liðið. Tað er kapping um plássini, og Birgit og Sofía eru ongantíð á vøllinum í senn hendan sunnudagin.
Støðan er nógv broytt fyri føroysku flogbóltsspælararnar í mun til tíðina í Mjølni, tá tær vóru sjálvskrivaðar á hvør sínum kanti, og vunnið alt, ið er at vinna í føroyskum flogbólti.
Spennandi 5-settari móti Lyngby
Hendan fyrsta sunnudagin í advent er dystur móti Lyngby í landskappingini. Dysturin byrjar klokkan tvey. Hóast resjeplanen.dk hevur ein ein gjøgnumførda ætlan við buss-skifti og gongutúrum, so steðgar metro’in bara fáar hundrað metrar frá Bülowshallen.
Hon er ikki beinleiðis løtt at finna fram til, men er ein nýmótanshøll við teimum hentleikum, sum eitt danskt flogbóltsfelag kann ynskja sær.
Lyngby er á vitjan. Tær liggja nummar trý, meðan Frderiksberg liggur nummar fýra. Vinna Birgit og Sofía dystin, so yvirhála tær mótstøðuliðið.
Frederiksberg er eitt av teimum fáu liðnum, sum ikki hevur spælarar uttanfyri kongaríkið. Á liðnum hjá Lyngby eru tað serliga tveir útlendskir spælarar, sum vísa seg at verða ein styrkur.
Tað er heilt fitt av áskoðarum í høllini og fleiri teirra liva seg veruliga inn í dystin.
– Ja, tað plaga at verða nakað av fólki til heimadystirnar hjá okkum, greiðir Sofía Purkhús frá.
Hendan dagin er eisini vitjan úr Føroyum og millum annað foreldrini hjá Birgit eru komin at stuðla.
– Umstøðurnar eru góðar. Tað er næstan sum ein steypafinala í Føroyum, tá vit spæla á heimvølli. Tað ger tað stuttligt at spæla, sigur Birgit Guttesen.
Birgit byrjar inni
Birgit Guttesen byrjar inni á kantinum, meðan Sofía Purkhús er á bonkinum. Fyrsta sett er nógv merkt av, at dómaraborðið ikki hevur tamarhald á støðuni. Tvær ferðir er steðgur í. Serliga seinni steðgurin er langur, og tað endar við at einki skal broytast alíkavæl.
Frederiksberg vinnur 1. sett 25-17. Birgit eigur sín lut góðu gongdini og upp til fleiri ferðir eigur hon avgerandi leiklutin, tá Frederiksberg vinnur sær stig.
Tað er beinanvegin greitt, at talan er um flogbólt á einum heilt øðrum stigi enn í Føroyum. Sjáldan verður ein bóltur vunnin lætt. Lyngby fiskar fleiri, at síggja til, vónleysar bóltar upp, og fær teir tvørtur um netið aftur. Tað eru fáir veikleikar at fáa eyga á.
Sofía inn at venda gongdini
Í øðrum setti kemur Lyngby fyri seg, meðan Frederiksberg ger nógvar feilir. Birgit er sterk í blokkinum, men tað er ikki nokk. Ein rúgva av persónligum villum kosta dýrt. Venjarin velur at geva Birgit ein steðg. Lyngby vinnur annað sett 25-17.
Í triðja setti er søgan tann sama. Frederiksberg ger eina rúgvu av persónligum villum og spælið hongur illa saman. Við støðuni 12-7 til gestirnar kemur Sofía Purkhús á vøllin. Hóast hon bæði er stinn í verjuspælinum, og fær ferð á nógvar av bóltunum, sum skulu yvirum netið, so er tað ikki nokk til at venda dystinum. Lyngby vinnur triðja sett 25-16.
Birgit og Frederiksberg knúgva Lyngby
Í fjórða setti er trýst á. Birgit Guttesen er aftur á vøllin, og nú riggar. Persónligu mistøkini eru fá og Frederiksberg er omaná, men ikki nógv. Liðini fylgjast tað mesta av vegnum, men tá á stendur, so er tað Frederiksberg, sum vinnur.
Birgit eigur sjálv avgerandi bóltin, tá fjórða settið kemur í hús. Hevarin, sum annars hevnar ov lágt tað mesta av tíðini, hevnar endiliga í røttu hædd. Tá er tað barnamatur hjá Birgit, at smasja bóltin í gólvið. Frederiksberg vinnur 25-21. Nú kókar tað í høllini og áskoðararnir liva av álvara við.
Í fimta setti byrjar Birgit við at smasja bóltin í gólvið enn eina ferð. Luftin er farin úr Lyngby og Frederiksberg vinnur fimta sett 15-10. Frederiksberg hevur við sigrinum yvirhálað Lyngby á triðja plássi.
Kunnu væl fylgja við
Hóast støðan er nógv broytt frá tíðini í Mjølni, so eru Birgit og Sofía báðar á einum máli um, at tær eru ikki nógv aftanfyri hinar. Munurin er bara, at tað eru fleiri spælarar um boðið.
– Eg haldi vit eru á sama stigi sum tær, men tað er so javnt millum allar, at tað kemur ann upp á hvør hevur ein góðan dag, sigur Birgit Guttesen, sum ikki er heilt nøgd við avrikið í dag.
– Eg haldi, at hetta var ein rótutur dystur. Vit spæla sikkurt og væl í fyrsta setti. Í øðrum og triðja setti riggar einki. Vit gera nógvar feilir og fáa ikki blokkin at rigga, men tíbetur fáa vit tikið okkum saman og vinna dystin, sigur Birgit víðari.
Hóast flogbólturin er á hægri stigi, so er vinnaraviljin tann sami.
– Eg hugsi framvegis sum í Føroyum. At vit skulu nokk klára hetta her, sigur Birgit um løtuna tá mest stóð á.
Sofía Purkhús er ikki von við at sita uttanfyri, men hevur vónir um at spæla meiri næstu ferð.
– Tað er ongantíð stuttligt at sita uttanfyri, men kantarnir spæla væl í dag. Tá er ongin orsøk at skifta út. Tað er hart at sita uttanfyri, men so fái eg møguleikan onkra aðru ferð, sigur Sofía Purkhús.
Størri trýst og meiri venjing
Tað hevur ikki bara verið lætt at umstilla seg til danskan flogbólt, men í løtuni gongur tað væl.
– Í Føroyum eri eg von við at spæla sum eg havi hug til, men her fái eg allatíð at vita hvat eg skal gera betri. Tað er nógv meiri trýst á, greiðir Birgit frá.
– Vit venja meiri her enn vit gjørdu í Føroyum. Vit venja eina ferð meiri flogbólt um vikuna, men venja so eisini fitnessvenjing, sigur Birgit.
– Her er nógv meiri trýst á og vit skulu liva upp til nógv hægri krøv, leggur Sofía afturat.
Umframt at spæla flogbólt, so lesur sofía eisini.
– Sum tað er í løtuni, so klári eg lesa og spæla flogbólt samstundis. Eg trúgvi ikki eg hevði kunna spælt á hægri stigi enn hetta, og lisið samstundis. So eg vænti ikki, at eg fari nakran veg tey næstu fimm árini, meðan eg lesi í Danmark, sigur Sofía Purkhús.
Birgit Guttesen fór til Danmark fyri at menna seg sum flogbóltsspælara, men hon hevur ikki tikið eina avgerð, um hvat framtíðin bjóðar uppá.
– Eg taki tað bara sum tað kemur. Nú fáa vit at síggja, um eg havi hug at halda fram tá kappingarárið er liðugt. Ella um eg kundi hugsað mær at spælt á einum uppaftur hægri stigi, ella bara spæla fyri at spæla. Ta avgerðina havi eg ikki tikið enn, sigur Birgit.
Vilja vinna gull
Við sigrinum sunnudagin yvirhálaði Frederiksberg mótstøðuliðið, Lyngby, og liggur nummar trý. Men Birgit og Sofía ætla sær meiri enn eitt bronsu heiðursmerki.
– Eg haldi ikki vit kappast um triðja plássið, eg haldi vit kunnu gott kappast við um fyrsta plássið. Vit klára at vinna í dag, tá vit eru aftanfyri í settum móti einum liðið, sum hevur fleiri sterkar spælarar, men vit klára tað alíkavæl, sigur Sofía avgjørd á málinum.
– Vit ætla so heilt víst at vinna og fara eftir gullinum, leggur Birgit afturat.
Frederiksberg skal í næstum spæla móti Brøndby í hálvfinaluni í steypakappingini.
– Vit skulu spæla báðar hálvfinalurnar móti Brøndby nú í desembur, so tað verður spennandi, men vit trúgva upp á tað. Seinast taptu vit fyri teimum, men tað var okkara egna skyld. Vit kunnu gott gera tað betri, sigur Sofía Purkhús at enda.
Birgit Guttesen og Sofía Purkhús eru ikki komnar til Danmarkar fyri at lata seg imponera av donskum flogbólti. Tær hava sett sær eitt greitt mál, um at halda fram við at fáa gullheiðursmerki um hálsin.
- - -
Birgit Guttesen
Fødd: 27. mai 1990
Foreldur: Jónvør og Gutte Guttesen
Systkin: Katrina, Helga og Beinir Guttesen
Starv: Húshjálp
-
Pláss á vøllinum: Diagonal / kantur
Landsdystir: 34
Fyrrverandi feløg: Sí og Mjølnir
Sofía Purkhús
Fødd: 16. oktober 1992
Foreldur: Tina og Kári Purkhús Elisabeth
Systkin: Rasmus Purkhús
Starv: Lesi Sálarfrøði á Københavns Universitet
-
Pláss á vøllinum: Kantur
Landsdystir: 18
Fyrrverandi feløg: Mjølnir