Føroyska Listafelagið í Danmark bjóðar til fernisering við Birgit Kirke leygardagin 3. desembur kl. 15.00 í Føroyahúsinum.
Á framsýningini “Abstraktar landslagslýsingar” hevur Birgit Kirke leitað sær íblástur úr føroysku náttúruni og gomlu søgnini um Kópakonuna.
Sostatt spretta listaverkini úr hesum huglagið sum ímyndir, har dentur verður lagdur á eitt spennandi spæl millum linjur, litir og formar.
Birgit Kirke er uppvaksin í Føroyum, ið hon vitjar fleiri ferðir um árið, fyri at leita sær íblástur. Í síni list, lýsir Birgit Kirke abstraktar søgur um livandi landslagið, ið áskoðarin sjálvur kann greina og tulka egnar søgur út frá.
Facebook-síðan hjá Birgit Kirke: https://www.facebook.com/BirgitKirkeArt/










