Frederiksberg Volley, við Birgit Guttesen og Sofíu Purkhús á liðnum, vann mikukvøldið fyrru hálvfinaluna í steypakappingini móti Gentofte 3-1.
Frederiksberg var annars í stórum trupulleikum líka til Birgit Guttesen kom á vøllin. Tær taptu fyrsta sett, men í øðrum setti kom Birgit á vøllin.
- Eg kom inn í øðrum setti. Eg hevði ikki verðins bestu byrjan, men eftir at hava fingið nøkur álvarsorð frá venjaranum, so kláraði eg at fáa mítt spæl at koyra, sigur Birgit Guttesen.
Sofía Purkhús sat uttanfyri tí økslin órógvar. Hon er ikki í iva um, at tað var Birgit, sum var munurin á fyrsta setti, og so restina av dystinum.
- Eg kann siga frá síðulinjuni, at vit byrjaðu sera illa í dag, men so kom Birgit inn við nógvum yvirskoti og slóð nógvar góðar bóltar og servaði væl. Vit stemma um dagsinsspælara eftir hvønn dyst. Birgit fekk 11 av 15 stemmum. Tað er sjáldan at vit eru so samdar, sigur Sofía Purkhús, sum vónar at koma fyri seg heilt skjótt.
Gentofte er eins og Frederiksberg í bestu deildini í Danmark.