Birgit er 51 ára gomul, dóttir Birthe Helene, f. Egholm, og Niels L. Arge, bæði úr Havn. Hon tók læraraprógv á Jonstrup Statsseminarium í 1978. Síðan 1982 hevur hon verið lærari við Hoyvíkar Skúla, har hon bleiv varaskúlastjóri í 1997. Hon hevur verið til ymisk skeið, sum serliga kunnu nýtast í undirvísingini í føroyskum. Birgit hevur skrivað ungdómsbókina Sundur og Saman í 1997 og saman við Lydiu Didriksen bøkurnar Kom og skriva 1 í 1996 og Kom og skriva 2 í 1997.










