Birgit & Birgit: 40 ára starvsdag hjá Posta

Birgit Stakksund og Birgit Viderø Gunnarsson byrjaðu báðar í starvi hjá Posta árið eftir, at Postverkið varð yvirtikið í 1976. Báðar hava trivist sera væl øll árini, og tær hava ongantíð av álvara umhugsað at farið í annað starv.

 

Birgit Stakksund byrjaði hjá Postverki Føroya tann 21. november í 1977. Tíggju dagar seinni byrjaði Birgit Viderø Gunnarsson eisini at arbeiða hjá postverkinum, sum í 2009 fekk nýtt búmerki og broytti navn til Posta. Í umleið 20 ár hava tær arbeitt saman í bókhaldinum.

 

- Vit hava verið við Posta allan vegin. Vit hava upplivað allar tær broytingarnar, sum hava verið, og tað hevur verið ein sera spennandi tíð, greiða tær frá.

 

Tær hava onkuntíð hugt leysliga eftir starvslýsingum aðrastaðni. Men hvørgin teirra er nakrantíð farin víðari enn til at hugsa tankan.

 

- Rákið hevur verið, at mann skal ikki sita í sama starvi ov leingi, tí so steðgar mann upp. Men tað nýtist mann ikki. Tað ber væl til at mennast eins væl, hóast mann er á sama arbeiðsplássi, siga tær báðar, sum als ikki kenna seg afturúrsigldar. Báðar vísa á, at Posta hevur ikki staðið í stað, men hevur fylgt við tíðini.

 

Les alla samrøðuna við Birgit Stakksund og Birgit Viderø Gunnarsson í VikuskiftisSosialinum.