Nú skuldi tað verða púra vist, at Birgir Enghamar stillar upp til formansvalið í Fótbóltssambandinum.
Fram skuldi mikudagin lata inn uppskotið um Birgir Enghamar sum formansvalevnið til FSF-aðalfundin, og skuldi høvuðsstaðarfelagið gera vegna 15 feløg.
Formaður í Fram er Magnus Fuglø, og hann váttar, at hansara felag fer at lata FSF uppskotið, og tað skuldi gerast mikudagin.
Ja, vit fara at skjóta Birgir Enghamar upp til formansvalið, og tað gera vit vegna fleiri feløg, segði Magnus Fuglø beint fyri middag mikudagin.
Formaðurin í Fram vil ikki siga, hvussu nógv feløg talan er um, og hvørji tey eru, men Sosialurin hevur skilt, at talan er um 15 feløg. Tey, sum ikki hava skrivað undir skrivið til FSF, eru TB, VB, Sumba, Royn, B71, KÍ og B68.
Tað verður framvegis arbeitt dúgliga handan leiktjøldini, og tí kundi okkurt einstakt felag koma upp í afturat, hevur Sosialurin skilt.
Hava vunnið sær undirtøku
Tað var í síðstu viku, at tíðindini komu fram um, at arbeitt verður handan leiktjøldini við at fáa undirtøku fyri Birgir Enghamar sum nýggjan formann í FSF. Tá vildi eingin váttað nakað, men nú er hetta arbeiði komið so langt, at uppskotið kann latast FSF.
Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum verður leygardagin 25. februar, og freistin at lata uppskot inn til nýggjan formann í FSF er úti hóskvøldið. Óli Holm stendur fyri valið, og hann ætlar sær at stilla uppaftur.
Verður tað ein atkvøðugreiðsla um formanssessin, so er eingin ivi um, at undirtøka er fyri Birgir Enghamar, sigur Magnus Fuglø, formaður í Fram.
Meirilutin kann broytast
22 feløg og nevndin í FSF atkvøða í formansvalinum, og um Birgir Enghamar hevur undirtøku frá 15 feløgum, er talan um ein greiðan meiriluta.
Tað er tó ógreitt, um feløgini hava bundið seg til at atkvøða fyri fyrrverandi HB-formanninum, ella um tey bara eru við til at seta uppskotið fram. Áður hevur tað víst seg, at feløg broyta hugsan frá tí, at uppskot verða sett fram til atkvøtt verður.
Í øllum førum er stór undirtøka fyri at skjóta Birgir Enghamar upp sum nýggjan formann í Fótbóltssambandinum.