Birgir róstur fyri nærlagni

Tá Birgir Bærentsen byrjaði hjá J&K Petersen fyri 20 árum síðan, vóru útlitini einki serlig.

Fyri stívliga 20 árum síðan byrjaði Birgir Bærentsen í starvi hjá J&K Petersen, og nú hevur fyritøkan heiðrað mannin á einari samkomu á Hjalla.

 

Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, helt eina røðu og handaði Birgiri Bærentsen eitt blómutyssi. Í síni røðu segði stjórin, at Birgir Bærentsen varð settur í starv um várið í 1998.

 

- Tá varð sagt, at hann kundi vænta sær, at J&K Petersen fór at hava arbeiði til hansara fram til jólar sam ár, segði stjórin m.a., tá hann heilsaði Birgiri Bærentsen við starvsdegnum.

 

Sjálvur segði Birgir Bærentsen við hátíðarløtuna, at hann hevur trivist væl í starvi hjá fyritøkuni og at útlitini, tá hann fyri 20 árum síðan byrjaði hjá J&K Petersen, ikki vóru av teimum bestu.

 

- Men, eg havi hildið nógv jól í starvi hjá J&K Petersen, síðan útlitini vóru, at eg bara slapp at arbeiða til jólar í 1998, segði hann.

 

Í heilsanini til Birgir Bærentsen takkaði stjórin fyri góða og drúgva tænastu í fyritøkuni, samstundis sum maðurin varð róstur fyri sítt nærlagni, sum smittar av til onnur í fyritøkuni.