Birgir Þorgilsson, fyrrverandi ferðavinnustjóri í Íslandi, er deyður 84 ára gamal.
Birgir Þorgilsson var við til at seta gongd á flúgvingina í Føroyum í sekstiárunum og var íðin forsprákari fyri at menna samstarvið og sambandið millum Føroyar og Ísland í nítiárunum.
Hann varð føddur á Hvanneyri 10. júlí 1927. Birgir flutti við foreldrum sínum í Reykholt í 1931 og vaks upp har. Hann leyk prógv á Handilsskúlanum í Reykjavík og arbeiddi har í eitt ár, áðrenn hann fór til Ollerup í Danmark. Har tók hann prógv sum ítróttalærari í 1948.
Birgir tók tó ongantíð upp starv sum ítróttalærari, tí hann fór í starv hjá Flugfelag Íslands í Danmark eftir uppihaldið í Ollerup. Hann røkti mong álitisstørv fyri Flugfelag Íslands. Eitt nú stjórnaði hann skrivstovuni hjá felagnum í Danmark, stovnaði seinni skrivstovuna hjá Flugfelag Íslands í Týsklandi, har hann var í trý ár, og stóð næstu seks árini fyri allari sølu og marknaðarføring í Norðurlondum við støð í Keypmannahavn.
Í 1964 kom hann aftur til Íslands og tók við ábyrgdini av allari millumtjóðaferðslu hjá Flugfelag Íslands, sum tá hevði lagt saman við Loftleiðum.
Birgir Þorgilsson var ofta í Føroyum og saman við føroyingum, tá íslendska felagið fór undir at flúgva upp á Føroyar í sekstiárunum.
Í nýggjari tíð kenna føroyingar best Birgir Þorgilsson frá ferðavinnuni, tí frá 1981 var hann marknaðarstjóri í íslendska ferðaráðnum, í 1985 tók hann við stjórastarvinum, og frá 1993 var hann formaður í ferðaráðnum.
Birgir var eisini í fleiri umførum formaður í Vestnorden Tourist Board og stigtakari til føroyska-íslendska ferðavinnusamstarvið FITUR í 1995. Hann menti á hendan hátt sambandið við Føroyar nógv og fekk góða undirtøku fyri síni stevnu bæði í Føroyum og Íslandi.
Birgir Þorgilsson hevði eisini stóran áhuga fyri ítrótti og serliga hondbólti. Tríggjar ferðir var hann íslandsmeistari í hondbólti við Fram og var við á fyrsta íslenpdska handbóltslandsliðnum. Hann var eisini hestamaður og spældi seinnu árini nógv golf. Birgir verður jarðaður í Reykjavík hósdagin 11. august.
Vit, ið kendu hann, minnast Birgir Þorgilsson við virðing og takksemi og hava samkenslu við teimum, ið eftir sita. Føroyar hava mist ein hollan vin og Ísland ein sjáldsama dugnaligan slóðbrótara.
.........
c