Birgir Nielsen nýggjur leiðari á vinnulívsdeild Sparikassans

Hin 39 ára gamli havnarmaðurin, Birgir Nielsen, er settur sum leiðari á vinnulívsdeild Sparikassans í Havn

Nýggjur leiðari er settur at stjórna vinnulívsdeild Sparikassans í Havn. Talan er um Birgir Nielsen. Hann hevur drúgvar royndir sum ráðgevi hjá vinnukundum í Sparikassanum. Eisini hevur hann starvast sum fulltrúi á kredittdeildini í Sparikassanum og eitt skifti í Eik Bank Danmark, sum er dótturfelag í Sparikassa-samtakinum.
Birgir Nielsen, ið hevur starvast í Sparikassanum síðani 1997, hevur útbúgving sum Cand. Merc. í fígging og roknskapi. Frammanundan tók hann HA í búskaparfrøði.
Nýggi vinnulívsleiðarin í Sparikassanum hevur eisini bæði peningastovnsútbúgving og hægri fíggjarútbúgving.
Deildin, sum Birgir Nielsen nú skal stjórna, er sera dynamisk og kappingarfør. Stórur dentur er á fakliga væl skikkaðari ráðgeving, og fyritøkurnar verða settar í miðdepilin.
Birgir Nielsen tekur við eftir Gunnar Streymoy, sum fór úr starvinum í summar eftir drúgva tænastu í Sparikassanum.
Birgir Nielsen er 39 ára gamal og giftur við Britt B. Nielsen. Tey bæði búgva í Tórshavn.