Birgir Kruse samskipar 100 ára hald

Tað verður Birgir Kruse, ritstjóri, ið skal samskipa 100 ára hátíðarhaldið hjá Tórshavnar Kommunu næsta ár


Í sambandi við at Tórshavnar Kommuna fyllir 100 ár næsta ár, er Birgir Kruse, ritstjóri á Skúlabókagrunninum, settur í starv hjá Býráðnum frá 1. september sum samskipari av stóra hátíðarhaldinum 



Spentur uppá uppgávuna

Birgir greiðir frá, at helvtin av arbeiðinum verður undir Mentamáladeildini í sambandi við sjálvt hátíðarhaldið, meðan hin helvtin er kunningararbeiði í Miðfyrisitingini.

- Eri ógvuliga spentur uppá og fegin um uppgávuna. Umframt tað reint fakliga, so er spennandi at sleppa at arbeiða í einum umhvørvi mitt á Vaglinum, har vælvald listaverk eru alla staðni kring teg. Tað gevur eitt fantastiskt umhvørvi, sigur Birgir Kruse, sum hetta tíðarskeiðið fer í farloyvi frá starvinum sum ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni fram til ársbyrjan 2010.