birkblog skrivar:
Tey hava sendistovur, og kubanskir hermenn vóru í mong ár sendir til krígsherjaða Etiopia. Henda rastafariborna samanrenning rullar oman gjøgnum brøttu trappurnar, tá eg hoyri Bob Marley syngja um utopiska Zion og Juda Leyvu.
##med2##
Úr Føroyum hava vit skrivað okkum inn í Villa Cuba í gøtuni Calle Cuba nummar 163 í gamla býarpartinum í Havanna. Julio er í køkinum og hevur skrúvað Marley so hart frá, at vit kunnu ikki annað enn murra aftur við. We'll share the same room, yeah, for Jah provide the bread!
##med3##
##med4##
Í Aalborg er systurin gift við vinnulívsmanninum Lars-Christian Lys, sum eftir 36 ár hevur selt Dansk Marine Center, og seinastu mongu árini hevur hjálpt svágrinum, Julio, og konuni, Gloriu Castellanos, sum er vaksin upp í næsta grannahúsi, at byggja eina egna casa particulares, bed and breakfast, sum sonurin Juan Carlos einaferð fer at reka víðari.
##med5##
##med6##
Tá talan er um ein søguligan miðbý, ið ikki er ólíkur Lissabon, Barcelona, Milano og Genova, er fyrsta ynskið at búgva við altan og útsýni, so tú kanst eta morgunmat undir fríum lofti og njóta setandi sólina, mitt í fremmanda stórbýarlarminum og tó hjá tær sjálvum. What a beautiful noise coming up from the street.
Lesið spennandi ferðafrásøgn á birkblog