Birgir er aftur HB-formaður

HB og partafelagið handan besta manslið felagsins høvdu aðalfundir sínar í gjárkvøldi.

Størsta broytingin á fundinum var, at Birgir Enghamar nú aftur er formaður. Hann takkaði annars fyri seg í fjør, tá hann segði seg vera útbrendan, men tað gekk eftir øllum at døma skjótt at løða battaríini. Stutt eftir varð nevnliga farið eftir formanssessinum í FSF, men hetta eydnaðist tó ikki. Og nú er Birgir so aftur at finna í formanssessinum hjá HB. Hartil er hann eisini nýggjur nevndarformaður í P/F Havnar Fótbóltur.