Birger Møller til Føroya

   

Í mai mánaða kemur danin Birger Møller til Føroya at undirvísa í bílætamáling á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla.
Birger Møller undirvísir á Århus Kunstakademi bæði á byrjanarstøði og víðari komnum málarum, frá grundleggjandi málningalist til abstrakta.
Birger Møller hevur sjálvur gingið á Skolen for Brugskunst, H. C. Højers malerskole og Kunstakademiet Warzawa. Eisini hevur hann givið út, á bókaforlagnum hjá Gyldendal, bøkurnar »Acrylmaleri« og »Gyldendals bog om maleteknikker«.
Skeiðið, Birger Møller fer at halda í Havn,er lýst í aðrari av bókunum, nevniliga »Gyldendals bog om maleteknikker.
Skeiðið fevnir um bæði praktiska og teoretiska gjøgnumgongd av grundleggjandi teknikki í málningalist, og innleiðslu í málningastøði, sum t.d. ljós/skuggi, dýpd og frásjón, uppbygging og litlæra. Tað grundleggjandi verður arbeitt við í styttum sniði, so verða myndir málaðar við nýmótans/nútíðar dámi við støði í føroysku náttúruni. Myndirnar verða gjørdar í akryl- ella oljumáling.
Bæði byrjarar og framkomin kunnu luttaka á skeiðnum, sum verður 91.-23. mai 2003. Sí lýsing aðrastaðni í blaðnum.