Fríggjamorgunin var Birgar Johannesen til kaffifund á Ráðhúsinum, har hann legði fram hugskot og tankar um eina miðstøð fyri undirhaldi og ítrivi í miðbýnum, so miðbýurin fær nakað at bjóða teimum, sum hava mest tørv á tí - og sum býurin hevur mest brúk fyri!
Birgar Johannesen hittir nógv fólk um dagarnar. Seinastu tíðina hevur hann hitt nógvan ungdóm og roynt at sett seg inn í teirra gerandislív, teirra dreymar og teirra meiningar. Serliga liggja tey honum á hjarta, sum hvørki eru børn ella vaksin, men liggja harímillum.
- Vit geva okkum als ikki far um, hvussu hættislig støðan er. Vit eiga at gera nógv meira fyri tey 14 til 18 ára gomlu, geva teimum enn fjølbroyttari tilboð og hjúkla um tey. Tey skulu ikki bara hava tilboð um útbúgving og ítrótt, men tað er okkara ábyrgd at fylla teirra dag við meining.
- Sum er hittast mong teirra í miðbýnum. Men miðbýurin hevur ov lítið at bjóða teimum. Nakað er, men tað kann gerast nógv betur. Og vit hava møguleika at gera nakað, sigur Birgir Johannesen, sum í morgun hitti borgarstjóran og Trónd Sigurdsson, býráðslim, til eitt prát.
Stuttleikasentur
- Eg havi t.d. gjørt eitt uppskot um at gera Kommunuskúlan til eitt sokallað stuttleikasentur, sigur Birgar, sum vísir á, at onnur hava havt ymiskt uppskot um skúlan, m.a. at javna hann við jørðina, at gera mentanarhús, parkeringshús, lestraríbúðir, "listabumbu", viðalund o.a.
- Miðbýurin er sovnaður. Og er tað nakað, hesi ungu ynskja sær, so er tað "okkurt at fara til", tí tey keða seg. Og tað er ein vanlukka, at ungdómurin keðir seg, tí tað dregur hann annaðhvørt út í óføri, ella burtur hagar, sum fleiri tilboð eru.
- Eitt stuttleikasentur hevði verið ein loysn. Vit kunnu her fáa túsundtals fermetrar til allan hugsandi aktivitet. Taka vit havan hjá Frk. Cohr, realskúlagarðin og leggja teir saman við Grasagarði, so fáa vit eitt lekkurt umhvørvi til uttandura aktivitet eisini.
- Tað er eingin endi á hugskotum, hvat vit kunnu brúka ein tílíkan bygning til. Sjálvur havi eg hugsað mær ein parkeringskjallara og tveir hyljar í veghædd, ein til eitt vatnland og ein til smábátar. Víðari uppeftir kundu vit havt go-karts, bowling, squash, paintball og minigolf, fyri bara at nevna nakað úr rúgvuni.
- Pláss er hartil fyri sjósavni, býarsavni, tónleikaskúla. Upplagt er at hava mat/kaffistovur, har foreldur kunnu hvíla og hugna sær, meðan børnini spæla - kanska ein gourmétmatstova fekk pláss eisini - og ovast eitt lekkurt panorama yvir býin.
Til umhugsunar
- Hetta eru bara hugskot, sum eg vóni at onnur lofta og umhugsa. Og tað haldi eg hepnaðist í morgun, tí eg haldi eg fekk eitt sera positivt og skilagott prát við borgarstjóran og henda unga skilagóða mannin, sum eisini er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.
- Økið, vit her tosa um, er so mikið dýrabært, at neyðugt er at vit øll taka okkum saman at skapa eitt virkið og livandi býarumhvørvi. Tað skal fyrst og fremst verða eitt stað til gleði og gagn fyri tey, sum her búgva, men eisini nakað, ið dregur fólk í hópatali til Havnar.
- Um vit lata hesa verkætlan fáa vind í seglini, ivist eg onga løtu í, at lív kemur aftur í býin og at trivnaðurin millum tey ungu fer at eksplodera. Og vónandi spyrst eitt sakligt og spennandi orðaskifti burturúr hesum hugskoti, sigur Birgar Johannesen í práti eftir fundin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, býráðslimur og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, vóru avbera vælnøgdir við kunningarfundin. Báðir høvdu tikið til sín fleiri góð hugskot, sum teir lova, at arbeitt verður víðari við.