Birgar lærir ung at gera modell av húsum

Birgar Johannesen á Býarsavninum í Havn bjóðar nú skúlanæmingum skeið í at gera modell av húsum.

 

– Seinastu tíðina hevur Býarsavnið havt vitjan av fleiri hundrað skúlanæmingum, og havi eg merkt, hvussu áhugaðir næmingarnir eru í modellinum av gomlu Havnini. Tey hava spurt, hvussu eg geri, hvat tilfar eg brúki o.s.fr. Havið hugsað um hetta og gangi eg út frá at tað eru fleiri ung, sum kundu hugsað sær at byrja okkurt líknandi. Eg havi tí gjørt av at byrja eitt royndarskeið.

 

Tað skrivar Birgar Johannesen á Facebook.

 

– Av tí at eg ongantíð havi roynt hetta fyrr, haldi eg, at vit kunna kalla fyrsta skeiðið fyri eitt royndarskeið, sigur hann. Og byrjanin verður soleiðis:

 

– Vit hittast í Býarsavninum, har vit taka eitt stutt prát. Síðani taka vit mát av teimum bygningunum, sum vit hava valt okkum sum modell. Tá mátini er tikin, gongur leiðin aftur á Býarsavnið, har arbeiðið byrjar, sigur Birgar Johannsen.

 

Tá fyrsta skeiðið hjá Birgari er liðugt, tað vil siga 4 ferðir 2 tímar, gera tey eina framsýning av tí, sum tey hava gjørt.

 

– Og nakað sum kundi veri heilt stuttleigt er, um hvør einkultur persónur gjørdi modell av húsunum hjá teimum sjálvum. Hetta hugskotið, eg her komi við, kann geva íblástur og kanska landið fær ein arkitekt, ein byggimeistara ella eitt lisafólk burtúr, heldur Birgar Johannesen fyri.

 

– Lat okkum siga, at eftir lokið skeið, tað vil siga 4 ferðir 2 tímar, fara næmingarnir hvør til sín og til uppgávu hava teir fingið at gera hvør sítt modell av húsunum, har tey sjálvi búgva í. Tá tað er gjørt, verða modellini, tey sjálvi hava evnað, vístir fram á Býarsavninum, sigur Birgar Johannesen.

 

– Tit sum hava hug, ringið 514647, alt er ókeypis, eisini juice'ið og sodavatnið, sum vit skulla hygga okkum við, tá vit eru saman, sigur Birgar Johannesen.