Birgar kundi hugsað sær í býráðið

Listin hjá Framsókn til býráðsvalið í Havn er ikki liðugur enn.

Men Birgar Johannessen stendur á listanum.

– Onkur hevur sæð mítt navn á listanum, men eg havi ikki frætt frá teimum enn. Men eg havi hug at stilla uppaftur einaferð enn, sigur Birgar Johannessen.

Poul Clementsen, samskipari hjá Framsókn váttar, at Birgar Johannessen er á listanum.

– Men vit eru ikki komin á mál enn, tað vænta vit at verða um eina viku, sigur Poul Clementsen.

Umframt Bergunn Kass, býráðslim hjá Framsókn, so vita vit nú, at Birgar Johannessen og Høgni Reistrup eru á listanum, sum væntandi verður kunngjørdur í næstu viku.