Birgar er havnarmaður við stórum H, ið eftir hondini er vorðin ein slags magistari í havnarsøgu.
Navnið Birgar verður ofta sett í samband við tónleikasendingar í útvarpinum og stórar framsýningar við gomlum myndum og annars øllum frá Dandy-tyggigummi til Valor-petroleumsovnar. Hann samlar t.d. upp á modellbilar, grammofonplátur, plakatir og nógv ymiskt annað.
Eitt sum eyðkennir tað sum Birgar fæst við, er at tað hevur so stóran áhuga millum fólk. Á hansara framsýningum hava tey vitjandi ofta hug at gloyma seg sjálvi burtur í tí tey síggja, tí har er so nógv ymiskt, sum fær tey at minnast aftur á farnar dagar.
Nógv av tí sum hevur verið frammi á hesum framsýningum kemur skjótt út í eini havnarleksikon undir heitinum Tórshavnar alfrøði. Talan verður eitt stórt uppslagsverk við øllum upplýsingum um alt sum hevur gingið fyri seg í Havnini frá 1900 til 1970. Har fer at bera til at leita fram t.d. hvør hevði ta fyrstu barberstovuna í havn, hvar hon var og síðan fylgja søguni hjá øllum barberstovunum fram til 70-ini. Somuleiðis verður gjørt við t.d. handlum, kioskum, bakarum, ítróttarfeløgum, samkomum og stovnum av ymiskum slagi.
Slíkt arbeiði er sera tíðar- og orkukrevjandi. Men við tí ídni og ágrýtni sum Birgar sýnir og við sínum væl skipaða og greiða arbeiðsmáta, er einki at ivast í, at hetta verður ein fongur hjá Havnini, serliga av tí at tilfarið grýpur inn í alla mentanina hjá býnum. Birgar hevur savnað nógvar túsund myndir, so tað verður eitt sera spennandi uppslagsverk.
Birgar er eisini fótbóltsáhugaður. Í enskum fótbólti er tað Liverpool og í føroyskum fótbólti er tað B36, sum standa hansara hjarta næst. Til nógv av tiltøkunum hann hevur skipað fyri, fer ágóðin til ungdómsarbeiði hjá B36. Hann er eisini eitt av trúføstu viðhaldsfólkunum hjá felagnum.
Í samband við fótbólt kunnu vit eisini nevna, at tað var Birgar sum í sínum arbeiði við at leita í gomlum bløðum á Landsbókasavninum fann fram til sjálvan dagin í 1904, tá Havnar Bóltfelag varð stovnað.
Tað er einki dulsmál, at Birgar hevur ein serligan tokka til 60-ini. Hann sigur, at hetta tíggjuáraskeiðið fer altíð at vera nakað heilt serligt.
Birgar er útbúgvin skrivstovumaður og koyrdi í fleiri ár hýruvogn í Auto. Frá 1985 til fyri nøkrum árum síðan arbeiddi hann sum skrivstovumaður og bókhaldari hjá Smyril Line.
Hann er yngst av teimum 7 børnunum hjá Jacobinu, f. Christiansen, av Signabø, og Fritleif Johannesen í Havn. Birgar búði tað mesta av sínum barnaárum yvir í Ovaru Lon, har hann flutti sum 3 ára gamal.
Systkini hjá Birgari eru: Petur, sum doyði fyrr í ár, Karl, sum búði í Íslandi og doyði í 1993, Brynhild Rasmussen, Emmely Forná, sum doyði í fjør, Iris Petersen og Leivur Johannessen.
Birgar er giftur Elsu, f. Pállson úr Havn. Tey búgva á Norðasta Horni og eiga trý børn: Bjørg, Teitur og Marin, sum øll búgva í høvuðsstaðnum. Elsa og Birgar eiga 7 barnabørn, 6 gentur og ein drong.
Vit á Sosialinum hava stóra frægd av at samstarva við Birgar og ynskja honum hjartaliga tillukku við føðingardegnum og góða eydnu við Tórshavnar alfrøði, sum hann hevur lagt so nógva orku í.
Føðingardagin heldur Birgar saman við familjuni.
m.