Birgar heiðraður av borgarstjóranum

Á sínum 60 ára føðingardegi í sunnudagin 16. juli varð Birgar Johannessen heiðraður av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn

Tað var soleiðis at Birgar visti av ongum. Honum vitandi skuldi familjan bert halda lágan frofil og eta ein mogunmat saman sunnumorgunin. Men kl. 10 varð hann fullkomiliga tikin á bóli, tá húsið fyltist av fólki, familju, vinum og borgarstjóranum í býnum.

Heðin Mortensen segði í røðu síni, at Birgar ger eitt stórt søguligt og mentanarligt arbeiði fyri býin við sínum fyrireikingum til eina leksikon yvir Havnina, sum kemur út seinni í ár.

Fyri ein bý sum Havnina hevur søgan alstóran týdning, og Birgar ger eitt stórt arbeiði fyri, at vit ikki skulu gloyma søguna, og tað ynskja vit at geva honum viðurkenning og eitt herðaklapp fyri. Birgar hevur savnað nógvar túsund myndir, so tað verður eitt sera spennandi uppslagsverk yvir Havnina, sum vit bíða spent eftir, segði Heðin Mortensen m.a. í røðu síni til Birgar.

Borgarstjórin ynskti honum hjartaliga tillukku við føðingardegnum og góða eydnu við Tórshavnar alfrøði, samstundis sum hann gav honum gávur frá býráðnum, tvey bind av Havnar Søgu hjá Tórshavnar kommunu og mansjettknappar við búmerkinum hjá kommununi.