Birgar gevur út Havnarleksikon

Klokkan 10.30 fyrrapartin í morgin verður fyrsta bindið av Havnarleksikon handað Heðini Mortensen, borgarstjóra, á Ráðhúsinum í Tórshavn.

Tað er Havnarmaðurin burturav, Birgar Johannesen, sum hevur savnað tilfarið og skrivað leksikon um Havnina. Hetta fyrsta bindið í røðini, sum nú verður handað borgarstjóranum, fevnir um árini frá 1900 til 1939.

Birgar Johannesen sigur, at longu nú er annað bind komið rættiliga væl áleiðis. Annað bind fevnir um árini 1940 til 1969.