Bireta Hansen – ein heilsan á 70 ára degnum

Í morgin, 21.desember, fyllir Bireta Hansen í Havn sjeyti ár.
Hon er fødd í Vági sum mið­l­ing­a­systir av fimm systkj­­um.
Hon er dóttir Alfridu og Palla í Tøðuni.
So skjótt sum hon slapp úr skúl­a­num, arbeiddi hon í fiski og sum arbeiðisgenta í fleiri húsum í Vági. Blaðung fór hon til Íslands at vinna m.a. í Bildudali. Síðan fór hon í Føroyingahavnina, har hon arbeiddi á Velferdshúsinum eitt summar fyrst í 1960 un­um.
Ikki fyrr enn hon byrjaði á telefonstøðini í Vági, kann man siga, at hon kom á røttu hillina. Tí har var brúk fyri talu­gávum.
Eftir nøkur ár í heim­bygdini, søkti hon til Havnar og fekk starv á
telefonverkinum. Tá var telefonin ikki automatiserað, so telefon-damurnar sótu við vekslaran og knýttu sam­band við fólk runt um í land­inum. Har sat hon so og tos­aði í telefon í útvið ein mans­aldur.
Kanska vildi hon hava aðrar avbjóðingar. Tí tá ið Statoil í 1980 unum søkti eftir fólki at taka sær av kunda­røktini, fór hon at starvast hjá teimum. Har hevur hon so sitið, til hon í fyrrárið bleiv pensionerað.
Hon kann sanniliga líta aftur á eitt virkið arbeiðislív, har hennara partur ikki hevur ligið eftir. Arbeiðissom og álítandi. Mong eru tey viku­skiftir, ið hon mátti fara til arbeiðis, meðan onnur høvdu frí.
Í fyrru giftu fekk hon tveir synir, Óla Hans og Jógv­an Páll, sum báðir eru komnir væl undan. Seinri giftist hon við Ernst Hansen úr Nólsoy. Tey fingu nøkur góð ár saman í heiminum í Tjarnarlág.
Fyri ommubørnini er tú heilt vist verðins besta omma! Altíð fús at
baka pannukakur ella skipa fyri einum ”hot wings” og kips-party.
Hjá okkum og allari familj­uni hevur tú verið mitt­punktið í Havn.
Eisini tá ið ikki var so vítt til veggja. Men har sum hjartarúm er, er eisin húsa­rúm! Tað hava okur øll, børn okkara og vinfólk teirra sann­að. Mangar eru tær ólav­søkurnar, tá fólk svav í hvørjum króki.
Góða Bireta, systir! Okur ynskja tær hjartaliga til lukku! Og takka tær fyri mangar góðar løtur, sum okur hava havt saman!
Vónandi fært tú ein hugna­ligan føðingardag.
Harrans signing í komandi árum.
------

Systkini í Vági