Tað er ikki uttan orsøk, at Peugeot Bipper er kosin International Van of the Year 2009. Í grundgevingunum hjá dómsnevndini verður m.a. sagt, at talan er eitt nýtt og spennandi tilboð á evropeiska vørubilamarknaðinum. Bilurin er lættur at koyra og parkera, samstundis sum hann nøktar ein ávísan tørv hjá vinnukundum til smærri vørubilar. Í mun til støddina er hann óvanliga rúmligur, umframt at hann lýkur øll krøv til trygd og umhvørvisvernd.
Tað var á altjóða vørubilaframsýningini í Hannover í september 2008, at Peugeot Bipper varð kosin til ársins vørubil saman við Citroën Nemo og Fiat Fiorino, sum verða gjørdir á eini felags verksmiðju í Turkalandi.
Peugeot Bipper er væl egnaður sum arbeiðsbilur. Hóast hann er lítil uttan, er innrættingin sera liðilig við einum vørurúmi upp á 2,5 rúmmetrar sum kann økjast til 2, 8 rúmmetrar við at leggja høgra forsetur niður.
Peugeot Bipper er ein umhvørivsvinarligur bilur. Sum dømi kunnu vit nevna at Bipper við 1.4 HDi motori fæst við einum heilt nýggjum 2-Tronic girkassa við CO2 útláti upp á einans 116 gr/km. Hann er eisini sera økonomiskur, oljunýtslan er 22 km/l.
Prísir úr kr. 160.000 (uttan mvg. kr. 132.627)