Binzer: Føroyar er nakað fyri seg

Tit eiga eitt ógvuliga gott tónleikalív, ið tit eiga at gleðast um, heldur Jesper Binzer úr bólkinum D.A.D.


Eftir virðislønirnar vóru handaðar, fekk Planet.fo orðið á navnframa og serstakliga fryntliga Jesper Binzer úr bólkinum D.A.D.
 
Fegin at vera bjóðaður við
Jesper Binzer, ið er komin til Føroya á Planet Awards fyri at handa planetina »Ársins sangari«, sigur seg vera sera glaðan fyri innbjóðingina og nýtir hvørja løtu:
- Hetta er aðru ferð, eg eri í Føroyum. Fyrru ferð var eg her í 1999 við bólki mínum D.A.D. og spældi konsert í Høllini á Hálsi. Eg haldi tað vera framúr deiligt her í Føroyum. Heima eri eg í løtuni sera upptikin av ymiskum  t.d. seti eg júst saman eina nýggja dvd-fløgu hjá D.A.D., ið kemur út í apríl mánað. Tí er tað frálíkt at koma til Føroya at hava frí, njóta framúrskarandi tónleikalívið og at síggja stórfingnu og øgiligu náttúruna, ið er máttmiklari enn alt.

Alla virðing fyri Planet Awards
Jesper Binzer er hugtikin av tiltakinum hjá Planet.fo og heldur tað vera ógvuliga gott at meta tónleikin høgt:
- Eg vóni føroyski tónleikurin saman við hesum tiltakinum mennir seg enn meira, tí hetta er eitt sera gott høvi til at koma víðari og hækka støðið soleiðis, at tónleikur møguliga kann røkka enn longri enn einans heima í stovuni saman við familjuni, skúlafeløgum o.s.fr. Somuleiðis hevði tað verið gott, um tiltakið samstundis varð víst í sjónvarpi, tí hetta vekir jú ans.
 
200 og Deja Vu best
Jesper Binzer heldur støðið á tónleikinum, ið varð spældur á Planet Awards, vera ógvuliga høgt. Serstakliga dámdi honum væl 200, men er eisini bergtikin av fløguni hjá Deja Vu, ið hann hevur hoyrt. Hann metir, at teir kunnu koma sera langt, um teir ynskja:
- Bólkurin 200 hevur tó sjálvandi tað í móti sær, at teir syngja á føroyskum  tískil eru teir sjálvsagt sterkast á heimavølli her í Føroyum, og tað haldi eg vera harmiligt, tí marknaðurin her er jú ikki so risa stórur. Tað, mær dámar best við Deja Vu, er ljóðblandingin, ið í roynd og veru minnir meg um útvarpsljóðið í einum bili, sigur Jesper við einum láturkendum brosi.
Men hóast Jesper Binzer tekur hesar báðar tónleikabólkarnar framum, heldur hann tó samstundis at hinir bólkarnir, hann hevur hoyrt á Planet Awards, ikki standa nakað aftan fyri aðrar altjóða tónleikabólkar.
 
Vil aftur til Føroyar
Sjálvt um Jesper Binzer er komin til Føroya fyri at hugna sær á Planet Awards, vónar hann tó samstundis, at luttøka hansara  kann føra við sær, at D.A.D aftur sleppa til Føroyar at spæla tónleik:
- Vit skulu spæla á nógvum festivalum í summar, og vit í D.A.D. høvdu hildið tað vera framúr hugaligt, um ein føroyskur festivalur møguliga eisini hevði passað inn í skránna hjá okkum tá, leggur Jesper Binzer at enda afturat. Vit hava skilt á Jesper, at G! Festivalurin ivaleyst er besta boð uppá eina føroyska D.A.D. konsert í ár.