Hóast hann einki mál skeyt í fjør og tí mátti klippa eyðkenda langa hárið, so er Brynjar Hlöðversson millum týdningarmestu leikararnar hjá HB. Hann hevði tilboð úr Íslandi, men valdi kortini at halda fram í Føroyum.
Brynjar Hlöðversson, sum verður 30 ár í næsta mánað, hevur heima í Íslandi einamest spælt við Leiknir í Reykjavík. Hann sigur, at núverandi pláss hansara á verjukenda miðvøllinum er hansara yndispláss, men at hann áður eisini hevur spælt aðrastaðni á vøllinum.
- Eg havi spælt á hesum plassinum tað mesta av leiðini, og tað er eisini mítt yndispláss. Eg havi tó eisini roynt meg á høgra bakki, vinstra bakki og í miðverjuni, sigur hann.
- Men eg havi altíð ynskt at spælt sum áleypari eitt heilt kappingarár, bara fyri at vísa, hvussu lætt tað er at skjóta mál, skemtar Brynjar víðari.
Tað er tó okkurt, sum bendir á, at hann hóast alt ikki er so kringur at skjóta mál. Hann skeyt nevniliga einki mál sítt fyrsta ár í HB, og tað mátti hann rinda fyri. Hann hevði lovað at klippa eyðkenda langa hárið, um hann ikki skeyt nakað mál, og hetta lyftið helt hann.
- So tit kunnu vænta at síggja mál frá mær í summar, sigur hann.
Stóra fótbóltsblaðið hjá Sosialinum verður borið út í hvørt heim í morgin. 48 síður av upptakt til Betrideildina hjá monnum. Umframt greining av øllum liðunum í Betrideildini hjá monnum, tippa ítróttarskrivararnir hjá Miðlahúsinum eisini endaligu støðuna.










