Bingobandið kemur út á fløgu

Útgávukonsert við Niels Midjord verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld klokkan 20 Á jólum í 1987 góvu Niels Midjord og Gunnleif Thomsen eitt band út til frama fyri eitt mentanarhús í Fuglafirði. Bingo bandið var á tremur við skemtiligum sangum, sum skjótt vunnu frama millum føroyingar. Hvør kennir ikki sangirnar ?Fimm feitar flugur? og ?Mín grái Fordur?, umframt aðrar um læknavitjanir, flytifulgar og skrøggarar?

 

Men við nýggju tøknini hevur verið saknur í einari fløgu við hesum frálíka sangbaru løgum, so nú eru hesir talgildir, umframt at Niels hevur fingið upptikið nakrar nýggjar sangir á konsert í Mentanarhúsinum. Hesir verða allir útgivnir á fløgu til Varmakeldustevnuna, sum verður í Fuglafirði um vikuskiftið. Tutl stendur fyri útgávuni fyri Mentanarhúsið.

 

Um upprunan til samstarvið við tekstasmiðin Gunnleif Thomsen, greiðir Niels frá: - eg kom at kenna Gunnleif, tá eg í summarfrítíðini plagdi at arbeiða á Havsbrún. Hann lærdi meg sínar vísur, sum eg so brúkti í verskapi millum útisetar í Keypmannahavn, og við góðari eydnu. Seinni komu vit at arbeiða saman um Varmakelduteiti, hann skrivaði, eg sang.

 

Bingobandið hevur sín fyrsta uppruna í einari mentanarstevnu sum LISA skipaði fyri í Fuglafirði í februar í 1987. Her sang Niels fýra av vísunum hjá Gunnleivi, sum blivu útvarpaðar og beinanvegin vunnu oyra hjá mongum lurtarum kring alt landið.

 

Vinningurin av hesari stevnuni bleiv til stovnsfæ til eitt felag at arbeiða fyri at fáa eitt mentanarhús til Fuglafjørð. So konsertin í kvøld verður ein sonn hátíðarløta í Mentanarhúsinum.