Bingjuplássið í Vestmanna fingið nýtt navn

Bygdarráðið í Vestamanna hevur gjørt av, at bingjuplássið í bygdini skal frameftir eita Skilagátt. Tað var í vár, at Vestmanna bygdarráð gjørdi av at útskriva navnakapping fyri bingjuplássið, og av teimum fýra innkomnu uppskotunum metti bygdarráðið, at uppskotið hjá Joan Waag Høgnesen hóskaði seg best, og varð sostatt eisini valt.

Bygdarráðið í Vestmanna ynskti at fáa eitt stutt navn, ið bæði skuldi fella væl umframt hóska væl til endamálið við plássinum.

- Heitið er stutt og fangandi, og lýsir væl virksemið á plássinum, sigur Vestmanna bygdarráð.