Sólgerð Andreassen
Nei, nú veit eg ikki longur, um eg skal gráta ella flenna. Siti í Spanien og lesi tíðindi um, at Sunda kommuna skal gera bingjupláss við Streymin.
Eg havi áður víst á lívið og ríkidømið, vit eiga við sjóvarmálan við Streymin. Hví ikki gera campingpláss har? Tað verður ringt at finna betri stað. Byggið eitt lítið savn við plantum og dýrum, sum finnast í umhvørvinum. Savnið gamlar lutir, sum fólk liggja inni við, og sýnið list frá lokalfólki. Setið kikarar upp, so fólk kunnu eygleiða fugl, og latið tey sleppa at fiska uttan fyri dyrnar.
Á, teir møguleikar, og so eitt bingjupláss. Nei, nú stendur verðin ikki longur. Flytið lortin úr fólkaeygum, t.d. norður á íðnaðarøkið hinumegin, og mennið møguleikarnar hjá ferðafólki, sum koma fram við júst hasum økinum. Tað er har, fólk steðga á, tá ið tey finna útav, at einki campingpláss er tøkt.
Tann, ið oyrur hevur, hann hoyrai, segði el Señor.