Nú verður ferð sett á arbeiðið at byggja eina stóra farmahavn á Oyrareingjum.
Tórshavnar kommuna kom fyri nøkrum árum síðani til tað niðurstøðu, at Oyrareingir er besta plássið í Tórshavnar Kommunu at byggja eina framtíðar farmahavn á.
Og á býráðsfundi hóskvøldið fer Tórshavnar Býráð at taka støðu til eitt uppskot um at gera økið størri og at byggja eina stóra farmahavn á Oyrareingjum.
Sum økið á Oyrareingjum liggur beint nú, er tað einar 35.000 fermetrar og nøktar sostatt bráneyðuga tørvin.
- Tørvurin á framtíðar havnaøki er ringt at meta um, men møguleiki er at víðka økið á Oyrareingjum til einar 200.000-300.000 fermetrar.
Men nú fer býráðið so at viðgera eina ætlan um at fara undir 1. byggistig av eini farmahavn á Oyrareingjum.
Hetta umfatar ein bryggjukant upp á 150 metrar við einum dýpi upp á 14 metrar. Á havnarlagnum verður eitt økið upp á 25000 fermetrar asfalterað til bryggju og bingjur.
Arbeiðið er boðið út og løgsta tilboðið hevði J&K Petersen, sum kann gera arbeiðið fyri 53,7 milliónir, men annars væntar býráðið, at 11,5 milliónir koma afturat til projektering, eftirlit, trygging, príshækkingar og ymiskt óvantað.
Og hóskvøldið fer býráðið so at taka støðu til um arbeiðið skal gerast og um 65,2 milliónir skulu játtast til endamálið.