Bingjuhavnin klár

Nýggja havnin á Oyrareingjum er klár at taka í nýtslu. Leygardagin verður móttøka fyri nýggju havnini

Klokkan 13.00 leygardagin verður hátíðarhald við nýggju havnina á Oyrareingjum, í samband við at havnin alment verður tikin í brúk. Havnar Hornorkestur fer at spæla, og formaðurin í havnanevndini, Jákup Símun Simonsen, fer at flyta fram røðu, og saman við borgarstjóranum, Heðin Mortensen, verður snórurin kliptur.

Arbeiðið aftan fyri havnina á Oyrareingjum hevur tikið tvey ár, og kostar lidna havnin 63 milliónir. Atløgusíðan á Oyrareingjum er 150 metrar, og dýpið framvið bryggjuni er 12 metrar. Stóra havnaøkið skal brúkast at seta bingjur á, og har til hevur havnin eina rampu, ætlaðum skipum sum Norrøna, og kunnu skipa á hesi stødd tí leggja at á Oyrareingjum.