Hetta er tíðin tá ið vit brúka milliónir av krónum upp á fýrverk av alskyns slagi. Men fýrverk er ikki til at spæla við og tí eru reglur fyri, hvussu tey, sum selja fýrverk, skulu bera seg at.
Løgreglan hevur eftirlit við, at lógin verður hildin og í hesum døgum ferðast ein patrulja hjá løgregluni runt til tey, sum selja fýrverk at kanna um alt er eftir forskriftunum.
Løgreglan sigur, at vanliga er gott skil á hjá teimum, sum selja fýrverk. Tey, sum selja fýrverk hava bara loyvi at hava eitt slag av hvørjum inni í handlinum fyri at vísa viðskiftafólki, hvat tey hava, men so skulu tey, sum keypa, í eina goymslu uttan fyri handilin, eftir tí, tey hava keypt.
– Tað kemur fyri, at handlar hava ov nógv fýrverk innandura, men so fáa tey eina átalu og boð um at fáa tað í rættlag, sigur løgreglan.
Men fyri tað um lógin verður hildin merkir tað ikki, at tey eisini halda, at lógin er tíðarhóskandi. Lógin um fýrverk átti at verðið dagførd, heldur løgreglan. Tey siga, at høvdu danskir myndugleikar vitað, hvat er loyvt í Føroyum í sambandi við fýrverk, høvdu teir hildið, at tað var óforsvarligt, sigur løgreglan.
##med2##
Eitt nú hava fólk í miðbýnum í Havn gjørt vart við seg á Facebook um eina bingju við fýrverki, sum stendur á einum parkeringsplássi mitt í einum tættbygdum øki.
Tey siga, at tey eru ótrygg við støðuna, og tey tora ikki at hugsa tankan um, hvat hendir, um bingjan eksploderar. Tey siga, at tey hava verið í sambandi við løgreglunam, brunaumsjónina og Tórshavnar Býráð, men at har var einki at gera.
##med3##
Men løgreglan sigur, at soleiðis sum lógin er nú, er hetta er fult lógligt, so hetta kunnu tey einki gera við. Tey siga, at í Danmark hevði hetta ikki borið til, tí festir í fýrverkið kann tað verða ein galin endi.
##med4##