Bingja tikin av vindi

Bjargingarfelagið í Kollafirði mátti til verka í dag at bjarga eini bingju, sum var farin av vindi

Stormur

Hóast álmanakkin sigur okkum, at tað er hásummar, vísti veruleikin okkum, at tað var sannur rokstormur við hørðum hvirlum kring landið leygardagin.
Í Kollafirði førdi tað til, at Bjargingarfelagið mátti til verka.
Beint eftir døgverða leygardagin tók vindurin eina 20 fót bingju á keiini so at hon feyk í havið. Hon rak við vindinum heilt yvir ímóti Signabø og boð mátti sendast eftir bjargingarfelagnum at bjarga støðuni.
Tey fingu ein alibát hjá Vestlaks at fara eftir bingjuni. Báturin setti á hana og sleipaði hana at bryggju, har hon so var bundin til ein kranabilur skuldi koma at taka hana uppaftur.
Á MRCC støðini verður sagt, at tað var ongantíð vandi á ferð