Fíggjarlóg
Fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár hevur stórt hall heldur enn lítið yvirskot, sigur Vilhelm Johannesen, sum umboðar Javnarðarflokkin i fíggjarnevndini. Tað er ikki rætt, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Tað er misvísiandi at siga, at fíggjarlógaruppskotið, sum varð lagt fram fríggjadagin, hevur eitt yvirskot upp á 18 milliónir krónur, sigur Vilhelm Johannesen, fíggjarnevndarlimur. Tí í veruleikanum hevur tað eitt stórt undirskot.
Bara tann eini posturin, sum vit lesa um í viðmerkingunum, vísir, sigur hann, at ein landskassaskuld í lánsbrøvum upp á 300 milliónir krónur fellur til gjaldingar komandi ár. Skal hon gjaldast, verður beinanveg eitt hall upp á 282 milliónir krónur, um tær 18 milliónirnar verða brúktar at gjalda við.
Men landsstýrið ætlar ikki at gjalda hesa skuldina, sigur hann og vísir á, at í viðmerkingunum stendur eisini, at ætlanin er at umfíggja hetta lánsbrævalánið.
?Tað er einki annað enn at leggja fíggjarligar byrðar, sum ein ikki sjálvur megnar at gjalda, yvir á herðarnar á einum komandi landsstýri, sigur vilhelm Johannesen.
Hatta er gamalt
Men Karsten Hansen, landsstýrismaður við fígjarmálum, sigur, at hatta er ikki rætt, sum Vilhelm Johannesen førir fram.
Framgangshátturin, sum her verður nýttur, er gamal, vísir hann á. Soleiðis hevur verð gjørt í eini trý-fýra ár, at skuldin hevur verður flutt undan við endurfígging.Hann sigur, at tað hevur verið hildið skilagott, nú tosað verður um lánsbrævamarknað, at hava hasi lánsbrøvini standandi. Tey kosta okkum einki, sigur Karsten Hansen, tí vit fáa renturnar afturgoldnar.
Tað er eitt sterkt ynski bæði úr fíggjarheiminum og frá umsitingarligari- og politiskari síðu í Føroym at hava lánsbrøv. Tí verða tey ikki goldin men endurfíggjað, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum.
Um avlopið í fíggjalógaruppskotinum sigur hann annars, at tað er ikki 18 milliónir men 159 milliónir.
Av uppskotinum upp á 159 milliónir hevur landsstýrismaðurin valt at brúka 141 milliónir at gjalda statsskuld við. Hann kundi tað sama brúkt alt, sigur hann, men valdi at seta 18 milliónir í Landsbankan, har landskassin frammanundan eigur væl av peningi.
Skiftisgrunnur
Vilhelm Johannesen, fíggjarnevndarlimur, vísir á, at í víðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið stendur, at tá lóg um Búskapargrunn og Skiftisgrunn verða lagdar fyri Løgtingið, skal fíggjarlógin endurskoðast.
?Hvat so? spyr Vilhelm Johannesen. Skal so øll fíggjarlógin gerast av nýggjum? Og hvat skal í grunnarnar? Verður tá nakað yvirskot eftir ella hvussu? Kanska skulu vit selja burtur av landskassans ognum fyri at finna grunnfæ?
Tó, tekur hann aftur í aftur. Tað standa pengar frá yvirskoti, sum áður hevur verið á fíggjarlógini, í landsbankanum. Tað skal helst brúkast til at fíggja fullveldið við, sigur Vilhelm Johannesen.
Tað skal tað, svarar Karsten Hansen. Men hann kallar tað at fíggja samfelagið. Tað skal eingin revisión gerast av fíggjarlógini, tá lóg um Skiftisgrunn kemur fyri, tí teir pengarnir, sum fara í Skiftisgrunnin, eru tøkir.
Um at selja av landskassaognunum sum Føroya Banka, Atlantsflogi ella Føroya Tele, sigur hann, at tað hevur veið nevnt polititskt. Men er ongan veg komið. So tað verður ikki haðani, Skiftisgrunnurin verður fíggjaður, sum nú sær út.
Annars sigur Karsten Hansen seg ikki bera nakran ótta fyri, at møguligar eykajátanir, sum fara at koma, fara at gera enda á teimum 18 milliónunum, sum væntandi verða eftir komandi ár.
?Vit hava kalkulerað við einum búskaparvøkstri upp á eitt prosent, meðan hann reelt seinnu árini hevur verið fimm-seks prosent. So har man helst okkurt fara at verða eftir kortini, sigur hann.
Og annars vísir ahnn á, at tað er ein treyt, at alalr eykajáttanir til einahvørja tíð skulu vera útreiðsluneutralar.











