Tær gott hundrað dámurnar, sum høvdu glett seg til at sleppa á Bindiklubbadag nú leygardagin, noyðast nú at bíða.
Orsakað av verkfallinum, sum var lýst týskvøldið, hava fyrireikararnir av Bindiklubbadegnum avgjørt at útseta tiltakið. Fyribils er Bindiklubbadagurin útsettur til 10 apríl. Fyrireikararnir duga enn ikki siga, um tiltakið verður broytt nakað, men Norðurlandahúsið verður ikki tøkt aftur fyrr enn einaferð í heyst. Sjónleikarahúsið verður nú kannað sum eitt møguligt høli í staðin fyri Norðurlandhúsið.