Í kvøld hevði Húsarhaldsskúli Føroya, sum heldur til í Klaksvík, boðað til bindiverkstovu.
Húsarhaldsskúlin er og vil vera sjónligur í býarmyndini í Klaksvík. Tey hava fyrr skipað fyri Street knitting ella gøtubinding – har tey bundu uppá tvær súkklur, sum vórðu settar uppá skift ymsa staðir í býnum.
##med2##
Í hesum føri eru tey kanska meira í rættuligum jólahýri, tí tey hava sett sær fyri at binda uppá eitt jólatræ, sum KSS hevur gjørt úr flatjarni til teirra.
##med3##
Núverandi næmingar á skúlanum, tilstundandi næmingar og gamlir næmingar saman við hópin av fólki møttu til jólahugna á skúlanum í kvøld, og dúgliga bleiv bundið og prátað.
Umframt uppskrift uppá bløð og blomstur til træið, so fingu øll uppskriftir uppá ymiskt annað jólaprýði og jólakonfekt heim við.
##med4##
Træið ætla tey at seta við nýggju skoytubreytina í miðbýnum og annars at verða partur av Norðurjól, sum verður í niðastu hædd í Biskupstorgi fyrst í desembermánaði. So tá fært tú eisini høvið at smakka uppá okkurt av tí meira væl smakkandi, sum teir 21 næmingarnir, ið ganga á skúlanum í løtuni, hava gjørt.
Við skoytubreytina verða reistar vakara og høgar ljósmastrar í næstum, og skal hetta serstaka jólatræið hjá Húsarhaldsskúlanum fáa heiðurspláss í miðbýnum við skoytubreytina.
##med5##
Byggja nýggjan skúla
Húsarhaldsskúlin er ein nýmótans skúli, har tú kanst læra mangt og hvat handaligt. Tey eru eisini langt frammi í fyrireikingum við at byggja nýggjan skúla í miðbýnum, har landið hevur játtað sín part og Klaksvíkar kommuna tað sama. Eftir ætlan verður byrjað uppá henda nýmótans skúla komandi summar, og skal hann standa liðugur í 2023.
##med6##
So við hesum spennandi og serstaka tiltaki, heilsa tey helst síni framtíð í miðbýnum vælkomnari við hesum annarleiðis bundna jólatræi.
Tað vóru omanfyri 70 fólk og vitjaðu á bindiverkstovuni í kvøld, har tey eisini fingu ein rættiligan jóladuss aftur við. Eisini sang skúlakórið hugnaligar jólasangir aftur við kaffimunninum, kleynum og rísalamand.
##ms##
Tað er Jóhanna á Tjaldrafløtti, fyristøðukvinna, sum saman við lærarunum, Paulina Eliasen, Jenny Kastalag og Joan Sivertsen og sjálvandi eisini næmingunum, ið hava tikið stig til hesa jólaligu bindiverkstovuna, sum sanniliga eisini var væl vitjað.
##med7##
Spennandi verður at síggja endaliga úrslitið, sum eisini skal hava ljós. So miðbýurin og íbúgvarnir á Biskupstorgi hava okkurt at gleða seg til.
Tú kanst lesa meira um Húsarhaldsskúla Føroya á https://husarhaldsskulin.fo/
##med8##
##med9##
##med10##




















