- Tað, at vit sleppa at lesa um kvinnur og teirra trupulleikar, og yvirhøvur um hesi typisku kvinnuligu evnini á føroyskum, ger nakað við okkara samleika. Tað heldur Katrin Kallsberg, sum er forkvinna í Javnstøðunevndini.
Hóast tað ikki er altjóða kvinnudagur ella nakað líknandi í dag, so tað ein serligur dagur fyri nógvar føroyskar kvinnur, tí yvir 700 av teimum hittast í kvøld í Norðurlandahúsinum til 10 ára dagin hjá blaðnum Kvinna.
Og hóast fíggjarkreppa og blaðdeyði hava verið kring okkum, so hevur Kvinna megnað at halda fast um lesaraskaran øll hesi 10 árini.
- Tað, at vit sleppa at lesa um hesi viðurskiftini á føroyskum, og ikki á donskum ella enskum sum vit annars hava gjørt, tað ger meira við okkara samleika, enn vit geva okkum far um. Tað sigur Katrin Kallsberg, sum í dag eisini skal halda eina røðu í samband við tiltakið í Norðurlandahúsinum.
Katrin er serliga fegin um, at Kvinna hevur valt at nýta kvennkynsform í skrift og talu í einum annars mansdomineraðum máli.
- Jú meira vit síggja og venja okkum við, at soleiðis kann man eisini siga tað, jú meira ávirkar tað okkum, sigur Katrin Kallsberg.
Tey eru summi sum halda, at evnini í Kvinna eru partvíst niðurgerandi, tí evnini mangan eru av tí bleytara slagnum - kakuuppskriftir, bindiuppskriftir, havaarbeiðið o.s.fr. - meðan tey tyngru evnini ikki vera viðgjørd á sama hátt.
- Tað, at hava áhuga í umsorgan, at passa børn, halda hús o.s.fr. verður ikki virt. Er tað ikki líka legitimt at hava áhuga fyri tí, sum at hava áhuga fyri makrelkvotum, spyr Katrin Kallsberg.
Hon vísir á, at sjálvsagt hava summi viðurskifti størri samfelagsligan týdning enn onnur. Men tað húsliga og umsorganarliga arbeiðið, sum kvinnur mangan standa fyri, hevur sanniliga eisini týdning.
- Summi orka ikki fyri Kvinnu, og tað er eisini í lagið. Men tú sleppur so ikki undan at taka støðu til tað, tá tú sært tað, vísur Katrin Kallsberg á.
Røddir hava verið frammi um, at føroyska kvinnan ikki longur hevur nakað at berjast fyri, og tí er kvinnurørslan deyð. Men hesum er Katrin als ikki samd í. Hon vísir á, at tað nú eru 20 ár síðani, at tað varð samtykt við lóg í Føroyum, at bæði kyn skulu hava líka atgongd til yrkisliga og mentanarliga menning. Men enn er als ikki nóg mikið gjørt á økinum.
- Kaj Leo segði herfyri, at tað vit skulu líka venja okkum við hesa javnstøðulógina áðrenn vit gera meira burturúr. Men tað tekur neyvan 20 ár at venja seg við, sigur Katrin Kallsberg, sum altso verður ein av gestarøðarunum, tá ið Kvinna í kvøld hátíðarheldur sín 10 ára dag.