83 ára gamla Daniella Leo, búsitandi í Fámjin, lat her fyri 24 teppi til neyðhjálp til Rumenia. Teppini hevur hon bundið sjálv, skrivar Suðuroyarportalurin.
Daniella Leo, sum er úr Sumba, hevur í mong ár bundið teppi, sum hon síðani hevur sent neyðstøddum børnum, og tá hon var á lívi, gjørdi systir hennara, Thurid, tað sama. Sambært Suðuroyarportalinum hava tær samanlagt bundið eitt stórt trý-sifra tal av teppum, sum eru latin neyðstøddum.
Ikki er óvanligt, at fólk binda pløgg at senda Rumeniahjálpini og øðrum vælgerandi felagsskapum, og manga staðni, millum annað í Stóra Pakkhúsinum í Vági, savnast kvinnur hvørka viku at binda.